John S. Myllhamar hevur týtt sang um fiskiveiðu Pæturs eftir Grundtvig

Mynd: Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur 5,1-11

John S. Myllhamar hevur týtt sang um fiskiveiðu Pæturs eftir Grundtvig, skrivar folkakirkjan.fo:

 

 

 

Lag: Der sad en fisker så tankefuld

 

 

 

Ein fiskimaður við bátin sat

og lýddi á Harrans talu.

Í hjartadýpi hann kendi, at

Guðs orðið bar lív og sælu; .

í tofturúminum Jesus stóð,

og bygdafólkið við sævarflóð

er savnað í morgun hvirru

 

-

 

 

 

Hoyr, Símun, mælti tá meistari:

Tú teinar tær fá og snørið,

Loys frá og legg út á fiskimið,

tí fongur ei fæst í fjøru!

Legg’ árar út, meðan dagur er,

og rógvi handan tey yðstu sker.

Guð faðir á ferð tær fylgi!

 

-

 

 

 

O, góði Harri, hann svarar, ja

eg hugsa mær væl tað kundi;

vit royndu fáfongd til ljósan dag,

títt orð tó meg hevur bundið.

Í huga iva hann alsamt ber,

hann veit at sjóvarfall ikki er,

tó leggur hann út á orðið.

 

 

 

-

 

Teir rógva seigan frá sjóvarstrond.

tað tóktist ikki at hasta.

Úr húnum toyggja seg homlubond,

í dýpið teir teinar kasta.

Sum fast í botni hvørt snøri stóð,

hvør maður troyttur á stokkin dró

við fongi tí mikla, gylta.

 

-

 

 

 

Teir veitra til sín eitt annað far:

Fast stendur á hond at draga!

Við songi fólkið um nesið sær

tveir søkkladnar bátar daga.

Tá Símun leggur sítt far at støð,

við føtur Jesu hann boyggir knø:

Far frá mær, eg havi syndað!

 

-

 

 

 

Tú skjótt skal veiða nógv størri fong

enn henda, í fjøru liggur:

at himnastrondum skal føra mong

til boygnaður er tín ryggur.

Nú deyðan fisk tú at støðni rør;

til ævigt lív tey í himli før,

sum her vilja seg umvenda!

 

-

 

 

 

Á jørð er virkin Guðs kirkja enn,

trygt grunda á klettin fasta.

Enn veiða tænarar – kvinnur, menn -

tá teir út á dýpið kasta.

Tað av og á er í mikið mál,

men títt er fongur ein einstøk sál,

tó Himmalin altíð frøist.

 

 

 

N.F.S Grundtvig

JSM - leysliga

 

 

 

 

 

Mynd: Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur 5,1-11