John Petersen vann cruise-ferðina

- Eg noyðist at taka av, segði maðurin, sum í øðrum drátti í kvøld steðgaði á reyða leypinum og vann cruise-ferðina í Karibiska Havinum.

Verturin í gekka-spælinum, Magnus Magnussen, helt fyri, tá John Petersen í kvøld hevði fulla plátu og ringdi úr Vági, at tað var ikki langt síðan, at teir báðir høvdu snakkað saman.

 

Tað var tó ikki í gekka-spælinum, at teir høvdu snakkað, men á Dansibandsfestivalinum, sum var í Vági fyrsta vikuskiftið í mai. Eitt gott og vælskipað tiltak, vóru teir báðir samdir um.

 

Men, nú teir snakkaðu saman aftur, var rættiligur spenningur í luftini. John Petersen hevði hesa løtu fingið høvi at snara gekka-hjólinum, har høvuðsvinningurin var á 1,2 miljónir.

 

Hinir báðir stóru vinningarnir vóru ávikavist cruise-ferðin í Karibiska Havinum við 50.000 krónum í lummapeningi og keyp hjá Idé Møblum fyri 100.000 krónur.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 40.000 krónum, men John Petersen helt fyri, at nú hann endiliga var sloppin ígjøgnum, kendi hann seg noyddan at royna einaferð aftrat.

 

Men, maðurin gjørdi eisini bert tí eini royndina aftrat!

 

Í aðru royndini steðgaði hjólið á reyða leypinum, har cruise-ferðin í Karibiska Havinum við góðum lummapeningi var vinningurin. Nú helt John Petersen fyri, at tá tú vinnur ein slíkan vinning, noyðist tú at taka av.

 

- Túsund takk fyri, vóru seinastu orðini sunnan úr Vági í kvøld, har tey nú kunnu byrja at hyggja sær eftir kuffertunum til eina dreymaferð við marglætisskipi.