FSF Varpið: John Petersen metur um komandi umfar í Effo-deildini, ið er á skránni komandi vikuskiftið.
Les eisini:FSF Varpið um 1. umfar
Hugt verður eisini eitt sindur aftur á 1. umfar, sum varð spælt seinasta vikuskiftið. Hoyr millum annað um, hvør John Petersen væntar verður føroyameistari, hvør flytur niður, og hvør verður toppskjútti í fremstu deildini hjá monnum í ár.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
Í sendingini síggjast eisini 15 av teimum 16 málunum, ið vórðu skoraði í ársins fyrsta umfari.
Rás2 sigur frá trimum dystum um vikuskiftið. Leygardagin verður sagt beinleiðis frá dystinum millum Skála-B36, sum byrjar klokkan 16. Sunnudagin sigur Rás2 frá dystunum millum HB-Víking og KÍ-NSÍ. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.









