Á midnátt mikukvøldið varð avgjørt, at John Petersen aftur fer at spæla hondbólt við StÍF í vetur.
John, sum gongur á Læraraskúla í Havn, hevur sum kunnugt spælt fótbólt, og ætlaði eftir tí, sum Sosialurin upprunaliga frætti, ikki at spæla hondbólt í vetur, men nú er broyting komin í.
Jónleif Sólsker sigur, at tað er komið eitt sindur knappliga upp, at John skal spæla við teimum.
? Neistin bað um spæliloyvið hansara og tá hildu vit, at tað var neyðugt at gera okkurt, sigur Jónleif Sólsker
Men var tað neyðugt?
? Vit vildu í hvussu er heldur hava John við okkum enn ímóti okkum, sigur Jónleif Sólsker, sum ikki dylir fyri, at hann metir tað sum ein styrk fyri StÍF at John nú aftur verður við teimum.
? Tað sigur seg sjálvt, tí John er ein góður og sterkur spælari, sum eitt og hvørt lið fær gagn av, sigur venjarin hjá strandingum at enda.











