##med2##
Í dag eru 20 ár síðani føroyska manslandsliðið í fótbólti spældi ein hin besta dystin nakrantíð á Svangaskarði á Toftum.
Vit spældu javnleik 2-2 móti Skotlandi, men kundu sum einki havt vunnið dystin. Skotar sluppu snøgt sagt við skrekkinum. John Petersen legði okkum á odda 2-0 tíðliga í dystinum. Í báðum førum var tað Jákup á Borg, ið hegnisliga legði bóltin inn fyri til John Petersen, ið líka hegnisliga beindi bóltin í skotska málið.
Skotar megnaðu við tveimum hepnum málum at javna til 2-2 í seinna hálvleiki.
- Eg bleiv ov illa dekkaður av skotsku verjuspælarunum. Tað segði John Petersen í einari samrøðu við FM1 22. apríl í ár - tann dagin hann fylti 50 ár.
John greiðir frá, at hann fortaldi tað væl og virðiliga til Maurice Ross, ið var venjari hjá fyrst TB/FCS/Royn og hjá Víkingi fyri nøkrum árum síðani. Maurice Ross var millum verjuleikararnar hjá Skotlandi hendan dagin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra John Petersen greiða frá sínari uppliving av 2-2 javnleikinum móti Skotlandi 7. september fyri 20 árum síðani.