Týsdagin 2. mars hevur Eystari Landsrættur sítt fyrsta sakarmál í Føroyum á hesum sinni. Dómarar verða Blinkenberg Waage og Karsten Bo Knudsen. Rættarviðgerðirnar av ymisku málunum halda fram til 11. mars, tá størsta málið, ið er málið um John Petersen, kemur fyri.
John Petersen varð í Føroya Rætti fyrr í ár kendur sekur fyri at hava neyðtikið eina unga gentu. Hann stendur fast við, at hann er ósekur, og tí er hevur hann kært málið fyri Eystara Landsrætt.
Í Føroya Rætti var Christian Andreasen verji hjá John Petersen. Nú hevur hann fingið sær annan verja, og verður hesin tann kendi danski sakførarin, Thomas Rørdam, ið vit m.a. kenna frá føroysku skipamálunum.
Málini, ið koma fyri í Eystara Landsrætti á hesum sinni eru 15 í tali.