John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum við kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 8. oktober skal spæla EM-undankappingardyst á heimavølli móti Norra.
- Norra hevur nærum altíð havt sterk kvinnulandslið, og hetta, sum vit skulu møta nú, er einki undantak. Tær liggja nummar 12 á styrkislistanum hjá FIFA, so hetta verður ein trupul uppgáva, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin 8. oktober spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið hesaferð er Norra. Meðan okkara kvinnur hava spælt tveir dystir higartil í kappingini, hevur Norra spælt ein, sum tær vunnu 6-0 ímóti Norðurírlandi.
Á tíðindafundi í FSF-húsinum hósmorgunin setti John Petersen navn á tær 20, sum eru boðsendar til dystin móti Norra. Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinasta, tá kvinnurnar spældu móti Wales og Hvítarusslandi. Út er farin Sanna Svarvadal, og inn er komin Nadja Dam Johannesen.
Hópurin:
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Nadja Dam Johannesen, HBDurita Hummeland, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Olga Kristina Hansen, B36
Evy á Lakjuni, KÍ
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36