John Paul de Joria er komin í Leirvíksfjørð

Hann hevur siglt millum oyggjarnar norðanifrá. Hann kom inn í Djúpini og siglir suðureftir.

 

Tjaldið er í hølinum á honum.

Skipið John Paul de Joria hevur fingið forboð fyri at koma inn um 12 fjórðinga markið, men hetta forboð leggur Paul Watson sum vant lítið í. 

Enn er ógreitt, hvat fer at henda. Men samstundis sum Tjaldrið eltir Paul Watsons, so nærkast sjóverjuskipið Hvidbjørnin sunnanífrá.