John er føddur í Vági í 1943 og kom til Havnar í 1955. Hann er útbúgvin sum málari. Í 1965 koyrdi hann vøruvogn á bilstøðini Taxa og árið eftir fór hann at koyra hýruvogn í Akstur Bil. Fyrst í 70-unum koyrdi hann í Auto í eini tvey ár, síðani í Havnar Taxi og seinni á bilstøðini Bil. Í 1979 flutti John til Grønlands at búgva, har hann m.a. hevur arbeitt sum málari.