John meistari fyri sættu ferð

John Petersen vann í dag sítt sætta meistaraheiti í Føroyum

 

Hann vann FM við B68 í 1992 og við GÍ í 1994, 95 og 96. Við B36 hevur hann fingið gull tvær ferðir, í 1997 og í 2001.


Hetta er tó fyrstu ferð, at skálamaðurin er liðformaður á liðnum, hann vinnur við, so tað er sjálvsagt nakað nýtt.


Nú mikudagin skal John saman við fimm liðfeløgum til Slovenia at spæla fyri landsliðið.