John leitar eftir kvinnu: - Hvar ert tú?

Fyri at avklára pínligu misskiljingina hevur hann nú sett sær fyri at finna kvinnuna, sum hann stjól tveir sjokulátupunktar frá umborð á Dúgvuni fyrst í 00'unum.

 

John Petersen úr Klaksvík leitar eftir einari kvinnu, sum hann hevur havt eina heldur óheldiga og pínliga uppliving við fyri fleiri árum síðani. 

 

Eftir at hann í longri tíð hevur roynt at funnið fram til hana, roynir hann nú eydnuna á sosialu miðlunum.

 

- Tað er eitt, sum nívir meg, og hevur gjørt tað í longri tíð, sigur hann í videobrotinum, hann hevur lagt út á sín Facebookvanga.

 

Hendingin gekk fyri seg umborð á Dúgvuni, tá hon sigldi millum Klaksvík og Leirvík. Her keypir hann sær eina Apollinaris og eina sjokulátuplátu. Hann setur seg niður við borðið, har ein kvinna situr, og fær sær so ein punt av sínari sjokulátuplátu.

 

- Nú brádliga tekur hendan kvinnan, uttan at hava tosa við meg, ein punt av mínari sjokulátuplátu og etur hann, greiðir John Petersen frá, sum ongantíð hevði upplivað nakað so undarligt fyrr. 

 

Til hansara undran so tekur kvinnan mín sann ein aftrat. John Petersen torir ikki at siga nakað, men roynir at vísa, at sjokulátan er hansara við sjálvur at eta rest og tyggja eyka hart.

 

Tá Dúgvan leggur at, følir John Petersen okkurt í lummanum. 

 

- Eg tók tað upp - ein sjokulátupláta… Nú gongur tað upp fyri mær, hvat er hent. Eg havi koyrt sjokulátuplátina hjá mær í lumman, og hon hevur keypt akkurát somu sjokulátuplátu. 

 

Nú rennur kalt niður eftir rygginum á John Petersen, sum finnur útav, at tað í roynd og veru er hann, sum hevur etið av hennara sjokulátuplátu.

 

- Nú byrjar mann at føla seg alvorliga illa, fortelur John Petersen.

 

Hann roynir at leita eftir kvinnuni, men tað eydnast honum ikki at finna hana aftur.

  

Fyri at avklára gomlu margháttligu misskiljingina hevur hann nú sett sær fyri at finna kvinnuna, sum hann stjól fýra sjokulátupuntar frá umborð á Dúgvuni fyrst í 00'unum. 

 

Eftirlýsingin hjá John Petersen um sjokulátudamuna er deild 426 ferðir, og fleiri enn 26.000 fólk hava sæð videobrotið.

 

Her ber til at síggja stuttligu frágreiðingina um sjokulátuplátuna hjá John Petersen.