Jóansøkufestivalurin hepnaðist sera væl, og áhoyrarar fingu eitt tónlistarligt upplivilsi Fyrireikararnir av Jóansøkufestivalinum vóru sera væl nøgdir við tiltakið. Nógv fólk var eisini savnað á keiøkinum á Tvøroyri í gjárkvøldið.
Mett verður, at tað í minsta lagi mundi vera eins nógv fólk á festivalinum, sum seinast hann var á Tvøroyri, og tá lá talið um túsund. Enn er ikki endaliga gjørt upp enn, men roknað verður við, at tiltakið hvílir í sær sjálvum.
Nógvu áhoyrararnir fingu eina tónleikaliga uppliving, og serliga var tað fyrrverandi sangarin í Uriah Heep, John Lawton, sum var góður. Hann er eisini ein royndur harri á palli.
Eisini í veðrinum hepnaðist tað væl, tí hóast tað var eitt lot, var tað turt og ikki kalt