John Johansen

f. 19. feb. 1929  d. 25. okt. 2005

Týskvøldið 25. oktober andaðist John Johansen, nevndur Jonn, í Havn, 76 ára gamal.

Jonn var ein býarmynd í Havn, gekk altíð í kaskett, koyrdi nógv við motorsúkklu og seinni á skutara. Hann búði í hugnaligum húsum úti á Reyni og gjørdi nógv burtur úr at verða blíður við fólk og nógv av fremmandu ferðafólkunum vórðu boðin inn at síggja hvussu tey búðu. Hann fekk tí eisini nógv brøv og takkarkort sendandi.

Jonn var eisini íðin B36 viðhaldsmaður, og var hann sera fegin um at teir vórðu føroyameistarar í ár.

Jonn var miðvingur, føddur í Jansagerði. Hann fór sum ungur skips við trolara, eisini róði hann út á Ravnsoynni og í Føroyingahavnini í Grønlandi. Seinni róði hann út á Hafnafirðinum í Íslandi. Í 50-unum sigldi hann við enskum trolara. Seinnu árini var hann arbeiðsformaður hjá Tórshavnar kommunu.

John var ein sera hegnigur maður. Umframt at gera ymisk prýði sum t.d. horn og lampur, bygdi hann eisini modellskip og var limur í R.C.-felagnum. Hann hevði modellskipini á framsýningum og sigldi eisini við onkrum av teimum á Velbastaðhálsi. Hann hevði eisini bát og var mangan í fjørinum. Honum dámdi væl at fiska síl og laks á Leynavatni og onkuntíð eisini í Saksun.

Foreldrini hjá Jonn vóru Thyra og Esmar Johansen, vanliga nevndur Mýr-Esmar í Miðvági. Tey vóru 8 systkin, 3 gentur og 5 dreingir. Nú John er deyður, eru 6 teirra eftir á lívi. Jonn var elstur av systkjunum, hini eru: Hildegarð (Mikkelsen), sum búði í Havn, hon doyði í 1987, 59 ára gomul, Arngrím, sum býr í Danmark, Erling, sum býr í Miðvági, Kára (Luid), sum býr í Sandavági, Helgi, sum býr í Haldarsvík, Eilif, sum býr í Danmark, og Tordis (Skaalum), sum býr í Sørvági

Í 1951 giftist John við Malenu, vanliga nevnd Lena, f. Magnussen, úr Fuglafirði. Lena varð fostrað upp hjá Annu og Peturi í Jansagerði í Miðvági. Petur var pápabeiggi Jonn.

Lena og John giftust inn í húsið á Mýruni í Miðvági. Tey búðu eisini eina tíð í Fuglafirði. Í 1956 fluttu tey til Havnar at búgva, og síðan 1974 hava tey búð úti á Reyni.

Lena og John fingu 7 børn, har tvey av teimum doyðu sum smá: Eileen, f. 1951, Jógvan, f. 1953, Katrin (fødd og deyð í 1959, 7 mánaðar gomul), Katrin, f. 1960, Inga, (fødd og deyð í 1962, 7 mánaðar gomul) Inga, f. 1963, og Tyra, f. 1965. Lena doyði í 1998, 68 ára gomul. John átti 16 abbabørn og 11 langabbabørn.


Myndatekstur:

Jonn uttan fyri heimið úti á Reyni. Myndin er tikin í summar