John Joensen 80 ár

Í dag, 14. august, fyllir John Joensen, Tórshavn, 80 ár

John er uppvaksin í Gerðum í Klaksvík, og verður hann tí vanliga nevndur John í Gerðum. Hann er sonur Jákup Joensen bónda, vanliga nevndur Sterki Jakki, og Malvinu, ættað úr Árnafirði.
Hann er giftur við Daisy, ættað úr Hvalba, og eiga tey trý børn. Joan býr í Klaksvík, og Viggo og May sum bæði búgva í Danmark. Íalt eiga tey 10 ommu- og abbabørn.
John fór sum ungur til skips, og hevur hann verið ein av okkara reystastu sjómonnum.
Sigldi sum stýrimaður við trolara meginpartin av fýrati- og øll fimtiárini.
Í 1959 var John skipari á Leivi Øssurson, fyrsti trolarin úr Portugal, sum var bygdur til føroyingar.
Miðskeiðis í sekstiárinum og nøkur ár fram sigldi John sum bestimaður við nótabátunum hjá Eiler Jacobsen.
John fór so umborð á trolara aftur og sigldi mest sum skipari, inntil hann gavst úti við 70 ára gamal,
Í stuttum kann sigast um John, at hann altíð hevur staðið í fremstu røð, har sum á hevur staðið umborð á skipi, og hann hevur ikki spart seg sjálvan.
Trúfesti og hjálpsemi hevur merkt lív hansara.
Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini Joan, Undir Fossum 40, í Klaksvík.