Klokkan 17 í dag setast telvararnir aftur við borðini í Løkshøll í Runavík. Tá verður triðja umfar á skránni.
Í gjárkvøldið var annað umfar. IM John Rødgaard megnaði remis ímóti GM Helga Dam Ziska, og Martin Poulsen vann á Høgna Egilstoft Nielsen.
Eftir tvey umfør er veteranurin John Rødgaard einsamallur á odda.
IM John Rødgaard – GM Helgi Dam Ziska ½ - ½
Martin Poulsen – Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
Støðan eftir tvey umfør
IM John Rødgaard 1 ½ stig
GM Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen 1 stig
Høgni Egilstoft Nielsen ½ stig
Triðja umfar klokkan 17 í dag
Høgni Egilstoft Nielsen – IM John Rødgaard
GM Helgi Dam Ziska – Martin Poulsen
Í fyrsta bólki er Horatiu-Cristian Filip og Jóannes V. Hansen fremstir við trimum stigum eftir fýra umfør. Rógvi Mortensen er á triðja plássi við 2 ½ stigi.
Í unglingabólkinum er Ragnar Weihe fremstur við 3 ½ stigi eftir fýra umfør. Honum næstir eru Luitjen Akselsson og Bjarki Bertholdsen við 3 stigum.
Øll eru væl komin at fylgja við í Løkshøll, har tað er ókeypis atgongd.