Føroyski áleyparin í SKU Amstetten, John Frederiksen ikki skotið mál fyri liðið seinastu 10 dystirnar í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini.
Í dag fekk John 10 minuttir á vøllinum tá Amstetten vann 3-0 á Grazer AK. Støðan var 3-0 tá John kom á vøllin.
John er ikki byrjaður inni fyri Amstetten síðani 1. apríl. Seinasta málið hjá John var skotið 5. mars móti Liefering á heimavølli. John hevur verið á vøllinum í 10 dystum síðani 5. mars, men hevur ikki skotið mál aftur.
Amstetten er nummar fimm í deildini við 51 stigum. 16 stig eru upp til oddaliðið, Lustenau.
Sunnudagin 22. mai spælir Amstetten á útivølli móti Rapid Wien.