John Heri Dam til EB/Streym

EB/Streymur styrkti sær fríggjadagin um hópin við havnarmanninum John Hera Dam.
John Heri Dam er uppvaksin í HB, men hann hevur eisini spælt í ávíkavist B36 og B68.
Á vøllinum trívst John Heri best frammalaga, men hann kann eisini spæla á t.d. vinstra bakki, so tað er ein ógvuliga fjøltáttaður leikari, ið sundalagsmenn hava tryggjað sær í dag.
Í løtuni er ein nigeriumaður, Joseph Odogu, og royndarvenur á Mølini. Odogu er ein bert 21 ára gamal áleypari, ið hevur roynt seg á onkrum ungdómslandsliði hjá Nigeria.