John Johannessen segði, at tey í Javnaðarflokkinum eru so von við at Gerhard Lognberg ikki atkvøður saman við tingbólkinum, men at hann hevði roknað við at øll hini fimm fóru at standa saman.
- Serliga undrar støðan hjá Mikkjali Sørensen meg, tí hann hevur funnist at vinnunevndaruppskotinum, tí tað skerjir trolaraflotan í Suðuroy niður á 900 dagar, meðan okkara uppskoti legði 30 dagar omanáaftur - hetta fult í tráð við fiskivísund, segði John Johannessen.
Formaður Javnaðarfloksins á tingi vísti á, at tað er neyðugt at gera nakað við fiskivinnuna, sum er grundsúlan undir samfelagnum.
- Alla staðni frá verður víst á, at verulig tøk mugu takast fyri at fáa fiskivinnuna upp á beint. Vit eiga at fylgja fiskifrøðini so nær sum til ber, og her høvdu vit eina breiða semju millum fleiri flokkar, men tað miseydnaðist, staðfesti John Johannessen.