Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur skipað seg eftir aðalfundin, sum var síðsta mánakvøld John P. Danielsen er nýggjur nevndarformaður í Norðoya Sparikassa. Tað skrivar heimasíðan hjá sparikassanum, ns.fo.
John er nývaldur í nevndini, og hann loysir Óla Marner Christiansen av í formanssessinum. Óli Marner boðaði á aðalfundinum frá, at hann tók seg úr nevndini.
Nývaldur næstformaður er Jóannes Hansen. Hann tekur við eftir Finn Kjølbro.
Í nevndini fyri Norðoya Sparikassa eru John P. Danielsen, formaður, Jóannes Hansen, næstformaður, Páll Klettskarð, Finn Kjølbro, Erling Petersen, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Julianna Thomsen, Guðrið Lava Olsen og Eyðun Nolsøe.
Erling Petersen og Jóhanna á Tjaldrafløtti vórðu afturvald á aðalfundinum síðsta mánakvøld, tá ið John P. Danielsen varð nývaldur í nevndina, og nú er John vorðin nevndarformaður.