John Damberg 25 ára starvsdag

1. januar 2004 hevði John Damberg politistur í Klaksvík 25 ára starvsdag hjá danska statinum, og 1. september 2003 hevði hann verið politistur í Klaksvík í 20 ár.

John er 45 ára gamal og dani, føddur í Bramminge 12. februar 1958.

Hann var í kongaligu lívverjuni, áðrenn hann 1. januar 1979 kom í starv hjá danska statinum, tá hann byrjaði sum konstábul á "Jyske Telegraf Regement" í Tønder.
1. august sama árið gjørdist hann politistanæmingur.

Eftir lokna útbúgving í 1982 gjørdist hann politistur í Keypmannahavn á "station 1" og seinni á høvuðsradiostøðini.

Árið eftir søkti hann starv sum politistur í Klaksvík, har hann bleiv settur í starv tann 1. september 1983.

John hevur tríggjar ferðir verið við í ST-friðarliðnum í Evropa og Miðeystri. Í 1997/98 var hann 6 mánaðir í gamla Jugoslavia, í 2000 var hann 9 mánaðir í Kosovo, og í 2003 var hann 6 mánaðir á Vestara Áarbakka.

Hann er giftur við Annu, f. Magnusson, úr Klaksvík, tey búgva í Haraldssundi og eiga sonin Magnus, ið er 13 ára gamal.

John trívist væl í Føroyum. Hann fylgir væl við í samfelagsviðurskiftunum, er virkin í bygdafelagnum í Haraldssundi og hevur stóran áhuga í ítrótti.

Mynd: Solby A. Eliasen