Einasti føroyski telvarin, sum í dag hevði stórmeistara sum mótstøðumann í Runavík Open 2017, var IM John Rødgaard (2332). John telvaði við hvítum ímóti russiska stórmeistaranum Evgeny Gleizerov (2503), og tað gekk væl, tí John vann við hvíta fólkinum.
John Rødgaard hevur nú 3 ½ stig. Hann er fremsti føroyingurin, og samantalt er hann á trettanda plássi. Í morgin verður avbjóðingin uppaftur størri hjá John Rødgaard, sum við hvítum skal telva ímóti indiska stórmeistaranum Deep Sengupta (2587).
GM Deep Sengupta (2587) vann trý tey fyrstu talvini. Í fjórða umfari telvaði hann remis, og í dag tapti hann ímóti landsmanni sínum úr India GM Srinath Narayanan (2517), sum nú er einsamallur á odda við 4 ½ stigum.
FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2340) tapti í dag við svørtum ímóti FM Filip Boe Olsen (2267).
Í morgin skal Rógvi við svørtum telva ´9imóti Simon Thorhallsson (2059).
FM Høgni Egilstoft Nielsen (2354) vann í dag við svørtum ímóti Margar M. Berg (1758).
Í morgin skal Høgni við hvítum telva ímóti WIM Fiona Steil-Antoni (2183).
FM Hans Kristian Simonsen (2185) hevur vunnið seg upp á trý stig, og í morgin fær hann fyrsta høvi í hesi kappingini at royna seg ímóti einum stórmeistara. Hann skal við hvítum telva ímóti GM Evgeny Gleizerov (2503).
Merkisvert er tað, at 13 ára gamli IM Sarin Nihal (2487) úr India enn ikki er farin frá borðinum uttan úrtøku. Hann vann í dag og hevur nú vunnið trý talv og tvær ferðir verið partur av javnleikum. Hann er eitt hálvt stig frá toppinum.
Í fjør vann IM Guðmundur Kjartansson (2435) úr Íslandi Runavík Open. Eins og indiski unglingin hevur hann higartil ikki tapt. Úrtøkan er trý vunnin talv og tveir javnleikir, og harvið er eisini hann eitt hálvt stig frá toppinum.
Í sætta umfari í morgin fer IM Sarin Nihal við svørtum at telva ímóti GM Xu Yinglun (2518) úr Kina, sum eisini hevur fýra stig.
Í morgin fer IM Guðmundur Kjartansson við hvítum at telva ímóti GM Vladimir Hamitevici, sum eisini hevur fýra stig.
Fremstu telvararnir eftir fimm umfør
GM Srinath Narayanan (2517) India 4 ½
GM Xu Yinglun (2518) India 4
GM Nikita Maiorov (2521) Hvítarussland 4
IM Guðmundur Kjartansson (2435) Ísland 4
IM Sarin Nihal (2487) India 4
GM Vladimir Hamitevici (2519) Makedonia 4
Fremstu føroysku telvararnir eftir fimm umfør
IM John Rødgaard 3 ½
FM Høgni Egilstoft Nielsen 3
FM Hans Kristian Simonsen 3
Fimta umfar
|









