John av Reyni stillar upp fyri Javnaðarflokkin

John av Reyni, fyrrverandi formaður í Sosialistisk Ung, stillar upp til Løgtingsvalið nú 1. September. Ungi javnaðarmaðurin, ið nýliga er blivin pápi, stillar upp, tí hann vil vera við at skapa eitt betri samfelag. 


Eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum, og øll hava ráð at búgva. Tað er ómøguligt hjá fólki at búgva í Føroyum, hava tey einki stað at vera. Tí metir John, at øll mugu og skulu hava møguleikan, at finna sær ein bíligan og góðan bústað. 


Politiska skipanin eigur at spæla ein nógv meira virknan leiklut, á hesum økinum. 


John las stjórnmálafrøði, men valdi at gevast við hesum. Hann saknaði sambandið við menniskju, og at sleppa at síggja ítøkiliga úrslitið av tí, sum hann arbeiddi við. 


Tí er hann nú í læru hjá Bygma Balslev sum søluatstøðingur. 


Júst møguleikarnir hjá lærlingum er eitt av hjartamálunum hjá John. Tað er heilt einfalt ov torført at fáa lærupláss, og vinnan manglar samstundis fólk. John vil tí, í góðum samstarvi við vinnuna og fakfelagsrørsluna, syrgja fyri at hendan støðan verður broytt. 


Øll eiga at sleppa framat teirri framtíðini, sum tey droyma um. Tí eiga eisini fólk, sum eru 25 og eldri, at hava góðar umstøður, at fara í læru fyri at leggja afturat førleikum sínum. Hetta er ein avgerðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu betra um umstøðurnar hjá sær og sínum. 


Bíligir bústaðir og rætturin til at útbúgva og eftirútbúgva seg, fara at gera lívið hjá nógvum munandi betri og lættari. Hetta tekur tó tíð, og tað fara kortini at vera fólk, sum av ymsum orsøkum detta niðurímillum. 


Sum er eru tað 1.500 børn í Føroyum, sum liva í fátækradømi. John metir, at tað er skyldan hjá okkum øllum, at verja hesi børnini, og at veit familjum teirra eina hjálpandi hond. 


Samgongan hevur verið góð til at hjálpa teimum, sum hava nógv. Tíðin er komin til, at vit hjálpa øllum teimum, sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond. Politiska skipanin má og skal vísa, at ein kann líta á hana. John metir, at tey, sum blíva vald nú, mugu vísa at tey ikki bara tosa og lova. 


Ein má handla. Ein má vísa og prógva, at ein megnar teirri uppgávu, sum fólkavald eiga at lyfta. 


John vil, saman við restini av Javnaðarflokkinum, arbeiða fyri, at fokus kemur aftur á fólkið alt í Føroyum.