- Nú menn leggja fram uppskot um nýval, tí teir ikki tola eina demakratiska viðgerð, ætli eg mær ikki at halda semjuna og fari at atkvøða fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, sigur John Johannessen John Johannessen er ein av samgongutingmonnum, sum hevur tikið undir við semjuni frá 23. august, um at lógin um Føroya sum eitt valdømi ikki skal koma í gildi fyrr enn eftir næsta val.
Hann sigur, at hann alla tíðina hevur virt hesa semju, men nú tá menn leggja fram uppskoti um nýval, tí teir ikki tola eina demokratiska viðgerð, so følir hann seg ikki bundnan av semjuni.
- Eg hevði ætlað at hildið hesa semjuna, men tá fráboðanin um nýval kom, skifti eg meining. Eitt slíkt uppskot er besta prógv fyri, hvussu neyðugt tað er at skipa Føroyar sum eitt valdømi, sigur John Johannessen.
- Eg fari tí at atkvøða fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, sigur John Johannessen í stuttari viðmerking í kvøld.









