John Johannesen hevur júst nú útsent tíðindaskriv, har hann angrar útsagnir sínar um, at landsstýrisfólk floksins vildu selja flokkin og ommu sína fyri taburettirnar John Johannesen hevur sent soljóðandi tíðindaskriv út:
»Má ásanna, at heldur óheppin orð um landsstýrismanning okkara gluppu mær av munni mótvegis fjølmiðlunum í tilgongdini til at skipa samstarv við Sjálvstýrisflokkin. Eg harmist um at vera komin at leggja okkara trý landsstýrisfólk undir at geva ov nógv av politikkinum og av sessunum í løgtinginum, fyri at halda uppá sessir sínar í Tinganesi.
Støða Javnaðarfloksins hevur verið alt ov turbulent seinastu tíðina, og tí má friður valda, so farast kann aftur undir politiska arbeiðið.
Eg ynski landsstýrisfólkum okkara hepna hond við víðari samráðinginum við Sjálvstýrisflokkin um samstarv, ið skal tryggja politiskt virkisføri í landinum. Meti meg higartil ongantíð hava svikið áhugamálini hjá tingbólkinum. Tí harmist eg serstakliga nógv um, at tingbólkurin er viknaður so markant í tí, sum seinastu tíðina er hent á politiska pallinum. Hetta havi eg fyri løtu síðani borið fram fyri tingbólkin á Gl. Apoteki.
Mítt arbeiði fyri hugsjónini um frælsi, javnað og samhaldsfesti skal ikki liggja eftir.«
John Johannesen segði fyrr í dag við Portalin, at tað ikki bleiv við honum sum formanni í tingbólkinum, at man seldi tað seinasta av Javnaðarflokkinum. Hann segði tá, at landsstýrisfólkini í flokkinum vildu selja flokkin og ommu sína fyri taburettirnar.