TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við seksmálsskjútan hjá H71, John Andor Sivertsen, sum skoraði seks mál í 27-23 (15-10) sigrinum hjá H71 ímóti VÍF norðuri í Vestmanna í kvøld.
John Andor Sivertsen hevur ikki fingið tað mestu spælitíðina í vetur, men í kvøld tók hann av, og er sera fegin um, at venjarin Sonni Larsen gav honum møguleikanum.
John Andor Sivertsen slær fast, at tapið á heimavølli ímóti KÍF fyri stuttum var ikki orsaka av, at teir í Hoyvík ikki hava fingið armarnar niður aftur aftaná steypafinalusigurin ímóti StÍF.