Johansson ætlar at halda fram til hann verður 81

Svenski UEFA-forsetin Lennart Johansson hevur nú boðað frá, at hann er til reiðar at fara undir eitt fimta skeið sum forseti í UEFA. Lennart Johansson er 76 ára gamal, og heldur hann fram í eitt skeið afturat, verður hann 81 ára gamal, tá ið hann leggur frá sær. Sviin hevur sitið ovast á fótbóltstrúnuni í Europa síðani 1990, og hann sigur, at orsøkin til, at hann vil halda fram er, at trýstið frá teimum ríku feløgunum í Europa á UEFA er størri enn nakrantíð. Franski Michel Platini hevur áður boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið í UEFA, sum verður næsta ár.