Johansson er vónbrotin

Sviin Lennart Johansson tapti forsetavalið í UEFA til fraklendingin Michel Platini, og tað er hann vónbrotin av.

- Eg førdi einki serligt valstríð, tí eg roknaði við, at tey avrik, sum vit hava fram hesi seinastu árini, vóru nóg mikið til at fáa meg afturvaldan, sigur Johansson við Aftonbladet.
Lennart Johansson sigur, at hann nú ætlar sær at skriva sína ævisøgu, og í henni verða ”vandamiklir sannleikar”, sigur hann.