Andlát
Johannes Olsen í Sandavági andaðist 88ára gamal mikudagin 19. mars. Johannes Olsen varð føddur 15. december 1914. Sum ungur var hann fiskimaður, og hevur seinni starvast sum arbeiðsmaður og málari í Sandavági.
Johannes Olsen var eitt langt áramál limur í stjórn Føroya Arbeiðarfelags og eisini formaður í nøkur ár.
Hann varð fyrstu ferð valdur í nevd Føroya Arbeiðarafelags í 1955, og gjørdist næstformaður í 1960. Tá Gunnar Petersen, formaður, doyði í 1972, varð Johannes Olsen formaður, og sat í hesum sessi til 1975.
Johannes Olsen hevur umframt Føroya Arbeiðarafelag eisini havt fleiri onnur álitisstørv. Nevnast kunnu Sandavágs Arbeiðsmannafelag, Sandavágs og seinni Vága Sjúkrakassi og Prístalsúrokningarnevndin.
Heima í Sandavági var hann eisini millum annað kórleiðari í mong ár. Stjórnaði Sandavágs Sangkóri. Hann spældi urgu og yrkti eisini fitt av sangum. Ein teirra er kendi Sandavágssangurin, sum sonurin, kendi tónasmiðurin Knút Olsen, hevur gjørt lag til.
Sagt verður um Johanens Olsen, at hann var stillførur álitismaður, sum vigaði síni orð. Men tí, sum hann so segði, var fyrnd í.
Johannes Olsen var giftur við Estrid, fødd Dam, úr Sandavági. Tey eiga fimm børn. Knút, Eileen, Sigfríð, Einar og Elsu Anniku. Øll hava tey fingið í vøggugávu tónlistaligu evnini hjá foreldrunum báðum.
Johannes Olsen hevur seinastu tíðina verið merktur av sjúku. Fekk ein blóðtøpp seinasta heyst og hevur síðan mest verið seingjaliggjandi.