Johannes Klein er formaður í IRF

Inntøkan hjá IRF í 2008 var 68,6 milliónir krónur, og samlaða rakstrarúrslitið eftir rentur og avskrivingar var 2 milliónir krónur

Rakstrarúrslitið fyri 2008 er nakað verri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 3,1 mió. lægri enn í 2007, meðan útreiðslurnar eru 4,3 mió. hægri.

Lækkingin í inntøkunum stavar í høvuðsheitum frá virkjum og eykagjaldi frá bingjuplássum. Tó skal viðmerkjast, at inntøkan fyri sølu av jarni er hægri enn í 2007.

- Hóast úrslitið fyri 2008 er 2,4 mió. kr verri enn í samtyktu rakstrarætlanini, metir leiðsla felagsins, at úrslitið er nøktandi. Ein av orsøkunum til versnaða úrslitið er óvanliga stórur útflutningur av dekkum og køli- og frystiútbúnaði, harav dekkini hava ligið á goymslu í fleiri ár. Harafturat er sera nógv tyrvt í sambandi við umbyggingina av móttøkuplássinum á Gjánoyri, sigur IRF í ársfrágreiðingini.

Samlaðu íløgurnar í 2008 vóru 19,2 mió. kr, harav 15,2 mió. kr vóru íløgur á brennistøðini.

Fíggjarstøðan javnvigar við 107,2 mió. kr í 2008 ímóti 104 mió. kr í 2007.

Í ársfrásøgnini framgongur eisini, at IRF og SEV ikki eru samd um rokningina fyri móttøku av tilfari frá oljuóhappinum í 2006 í Vági. Eftir at ársfrásøgnin er prentað hava leiðslurnar í IRF og SEV gjørt endaliga semju um loysn hesum máli, sum nevndirnar í ávikavist IRF og SEV hava tikið undir við. Sostatt metir IRF hetta málið sum endaliga avgreitt.

Framtíðarútlit

Roknað verður við, at raksturin verður nakað betri komandi ár. Limagjaldið fyri 2009 varð hækkað á seinasta aðalfundi, og leiðslan strembar eftir at spara, har tað er møguligt. Roknað verður tó við, at felagsskapurin klárar sínar skyldur við eini sámiligari hækking av limagjaldinum komandi árini.

Limagjaldið er samansett av tveimum gjøldum, sum verða nevnd ruskgjald og rottangagjald.

Nevndin mælti til at hækka limagjaldið frá 1. januar 2010. Samtykt varð at hækka ruskgjaldið úr 1.290,- upp í 1.320,- kr fyri hvønn íbúgva, og at hækka rottangagjaldið úr 170,- upp á 180,- kr fyri hvønn íbúgva.

Nevndarval

Eftir hvørt kommunuval verður nevndin vald av nýggjum.

Í nýggju nevndina komu:

Jógvan Skorheim, Klaksvík, fyri Norðoyggjar

Tom Joensen, Eiði, fyri Eysturoynna

Soffie Egholm, Leynar, fyri Norðstreymoy og Sunda kommunu

Johannes Klein, Miðvágur, fyri Vágar

Harry Jensen, Skúgvoy, fyri Sandoy og Skúvoy

Pauli Einarson, Trongisvágur, fyri Suðuroy

Nevndin hevur skipað seg við Johannes Klein sum formanni og Tom Joensen sum næstformanni.