Jóhannes Bjørgvin skal spæla steypafinalu í Íslandi

Stjarnan vann rættiliga greitt í hálvfinaluni

Mynd: Harald Bjørgvin

Í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi skal Jóhannes Bjørgvin spæla steypafinalu. Stjarnan vann seg í kvøld í íslendsku steypafinaluna. 

 

Aftaná eitt rimmar avrik vunnu Jóhannes og liðfelagarnir 34-29 á ÍBV í steypahálvfinaluni.

 

Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki legði Stjarnan seg á odda við fleiri málum, áðrenn ÍBV fekk minkað nakað um munin móti dystarenda.

 

Gongdin í dystinum: 3:2, 5:4, 9:7, 12:9, 15:14, 18:16, 23:20, 25:20, 27:21, 29:22, 32:25, 34:29.

 

Jóhannes skoraði fýra ferðir í kvøld.

 

Jóhannes og liðfelagarnir skulu spæla móti vinnaranum av hálvfinaluni millum Fram og liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding. Vónandi knógvar Afturelding sigurin heim, so vit kunnu fáa eina føroyingauppgerð í íslendsku steypafinaluni. 

 

Mynd: Harald Bjørgvin