Johanna klár og á sjónum

Sluppin Johanna hevur verið á beding og er riggað til, nú summar er í hondum.

Sluppin Johanna hevur verið á beding og er riggað til, nú summar er í hondum.

 

Nú liggur hon vøkur við bryggju, men longu leygardagin eru boð eftir gomlu sluppini, tí tá tekur hon lut í víkingadøgum í Hovi.

 

Í næstum er stórt norðurlendskt tiltak innan strandamentan, og Vágur er vertur. Tá hevur Johanna eisini sín sjálvsagda leiklut.

 

Johanna ger vanliga túrar við ferðafólki summarhálvuna, eins og vitjað verður á stevnum og tiltøkum kring landið.

 

Onki óvanligt er heldur í, at sluppin ger onkra uttanlandaferðina.

 

Sluppin er riggað til eftir øllum forskriftum, og hevur so at siga fingið ein rættiligan umgang, men nú er tað eisini eitt vakurt far, ið liggur við bryggju.