Johanna gjørd vetrarklár

Vágssluppin Johanna TG 326 fer í hesum døgum undir heilt, so at siga. Sum gjørt hevur verið  nú í nøkur ár, verður tekja løgd omanyvir, so væl ber til at ganga á dekkinum, uttan mun til veður og vind.

Sperrur eru yvir dekkið, og so verður dúkur lagdur omaná.

Soleiðis kann ymiskt arbeiði gerast, hóast veturin er komin. Nógv arbeiði er av at halda træskip, og skal sluppin Johanna TG 326 verða klár til summarið, so má veturin takast í brúk fyri at rigga skipið til.