Johann Cruyff: Sel Messi

Fyrrverandi hollendska fótbóltlegendan, Johann Cruyff, heldur, at tað gevur góða meining at selja argentinska stjørnuspælaran, Lionel Messi.

 

Orsøkin er, at Barcelona hevur keypt brasilianska áleyparan, Neymar.

 

- Nú, tá Barcelona hevur keypt Neymar, eigur felagið at umhugsa at selja Messi, so trupulleikar ikki standast av báðum ego'unum, sigur Cruyff sambært dpa.

 

- Mær dámar best at sleppa undan konfliktum. Tí hevði eg ikki havt keypt Neymar í fyrsta umfari. Men nú er hann keyptur, og so má felagið umhugsa at selja Messi, sigur Johann Cruyff.

 

Messi og Neymar eru báðir serfrøðingar í fríspørkum. Hvør skal taka tey nú? Hartil hava Neymar og Barcelona ein sáttmála við Nike, Messi hevur sáttmála við Adidas.

 

- Alt hetta kann skapa trupulleikar. Eg hevði ikki torað at keypt Neymar, sigur 66 ára gamli hollendarin.

 

Johann Cruyff spældi fyri Barcelona frá 1973 til 1978, og hann vandi felagið frá 1988 til 1996.