Jóhan við í danskari sensatión

19 ára gamli Jóhan á Plógva Hansen átti týðandi leiklut, tá Skanderborg í dag púrasta óvæntað vann á KIF Kolding København í bestu donsku hondbóltsdeildini

Jóhan hevur veruliga gjørt vart við seg sum ein av evnaríkastu vongspælarunum í donskum hondbólti, og í dag átti hann sín stóra lut í 27-25 sigrinum hjá Skanderborg móti Kolding København, ið var stórfavorittur undan dystinum.

Jóhan sat á beinkinum allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki kom hann á vøllin, og tað var eisini hann, sum legði Skanderborg á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

Tað gekk sera javnt á, men eitt lítið korter fyri leiklok kom ein avgerandi hending, tá Jóhan varð sendir avstað í kontra. Kasper Hvidt, sum í fleiri ár varð mettur sum heimsins besti málverji, sá ikki annan veg enn at steðga kvika føroyinginum, og so fekk málverjin beinleiðis reytt.

Dysturin endaði altso við sera óvæntaða úrslitinum, 27-25 til Skanderborg, og átti Jóhan trý av málunum.