Johan verður nú NSÍ spælari

Nú er tað greitt, at ein av eyðsýndastu KÍ spælarunum í ár fer at umboða NSÍ næsta ár

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú hevur spælarin sjálvur váttað tað. 22 ára gamli Johan Jacobsen, sum í ár hevur verið vongverji í høgru hjá KÍ, fer næsta kappingarár at umboða NSÍ. Tað boðaði Johan nú fyrrverandi liðfeløgunum frá í gjárkvøldið.

Johan Jacobsen er sera evnaríkur, og í ár hevur hann verið tann eyðsýndasti av ungu monnunum á KÍ liðnum.

Norðlýsið veit á heimasíðu síni at siga, at NSÍ skal rinda KÍ 50 túsund krónur fyri Johan Jacobsen, sum sambært faroesoccer.com hevur spælt 72 dystir í landskappingini og steypakappingini fyri barndómsfelagið. Johan Jacobsen er ættaður úr Hvannasundi, og nú býr hann í Runavíkar kommunu.