Hvør minnist ikki tann fitta smádrongin úr Fuglafirði, sum altíð fekk gávur, tá SMS hevði føðingardag?
Jú, tað var Jóhan Johannesen, sonur Frits og Alexandru. Hann varð føddur sama dag, sum SMS lat upp á fyrsta sinni ? og hetta var orsøkin til, at hann gjørdist eitt slag av maskotti hjá SMS.
? Jú, eg var helst eitt slag av promotion-dreingi hjá SMS, sigur Johan smílandi, tá vit hitta hann.
Jóhan lesur útflutningstøkni í Odense, og er hann í løtuni í praktikki hjá fiskasøluni Farex í Havn.
Jóhan minnist sjálvandi ikki byrjanina, men hann minnist, at hann fekk gávu, hvørja ferð SMS hevði føðingardag, og hann fekk eisini pengar á bók til uppsparing ? einar 500 krónur hvørja ferð, til hann fylti 15 ár.
? Tað var kanska eitt sindur troyttandi hjá okkum altíð at skula vera har ? og eg skuldi »stillast út« ? tá føðingardagur var. Men vit vóru har ofta, sigur Jóhan.
? Vit góvust, tá eg fylti 10, men vóru aftur har, tá eg fylti fimtan fyri seinastu ferð, sigur Jóhan, sum eisini verður at síggja í SMS í dag.