Johan var stak væl nøgdur

Skála venjarin heldur ikki, at hansara spældu upp til sítt besta, og hann hevði ikki ætlað at havt nakran av nýggju monnunum á liðnum

SKÁLA

At vinna 2-0 í Klaksvík er ikki so galið. Og serliga ikki tá ið havt verður í huga, at Skála ongantíð áður hevði megnað at fingið fult har norðuri.
Johan Nielsen, Skála venjarin, sum í fjør megnaði at fáa liðið frá at vera botnlið og til at vera har, sum tað er hugaligt at kappast, tykist aftur í ár at hava fingið Skála at hoyra til millum tey mest áhugaverdu.
- Spælið hekk í løtum væl saman, men eg haldi ikki, at vit kunnu siga, at tað var støðugt samanhangandi. Men okkara menn stríddust væl, teir spældu seg til fleiri góðar møguleikar, og tá ið teir megnaðu at halda mótstøðumonnunum burturi frá at gera mál, so var tað nóg mikið, at teir skoraðu tvær ferðir, staðfestir Skála venjarin.
Tá ið Skála sunnudagin var í Klaksvík, høvdu teir ongan av nýggju spælarunum í hópinum. Týskvøldið vóru teir allir tríggir við. Á veg til Klaksvíkar fingu skálamenn boð um, at loyvini nú vóru í lagi.
Høgri vongverjin, Janel, og málverjin, Filipovic, vóru millum teir fyrstu ellivu, meðan Milic Corcic varð skiftur inn.
Hevði tú tvær uppstillingar í høvdinum, tá ið tú fyrireikaði teg til týskvøldið?
- Nei, eg hugsaði bara um eina uppstilling. Satt at siga ætlaði eg ikki, at nýggju spælararnir skuldu vera á liðnum. Men Eugen Voda, sum er málmansvenjari og sum hevur vart málið í trimum teimum fyrstu umførunum, helt, at tað var best, at nýggi maðurin slapp at royna seg. Ætlanin var, at Bárður Danielsen skuldi vera vongverji í høgru, men hann varð skaddur undir upphitingini, og so var einki annað at gera enn at geva Janel møguleikan, greiðir Skála venjarin frá.
Í fimta umfarinum skal Skála á heimavølli ímóti VB royna at halda tørn um oddasessin.