Johan vann stríðið ímóti Jákupi

At Johan B. Hansen nú hvørja ferð er ímillum teir fyrstu ellivu ber í sær, at hann av álvara bankar upp á landsliðsdyrnar

Tveir føroyskir landsliðsspælarar vóru á vøllinum, tá Herfølge sunnudagin vitjaði í Odense. Jákup Mikkelsen var ímillum stólparnar hjá Herfølge, og Johan B. Hansen var enn eina ferð á OB liðnum allar 90 minuttirnar. At føroyski landsliðsmaðurin nú hevur vunnið sær fast pláss á superligu liðnum ber í sær, at hann av álvara fer at leggja atgongumerki inn til pláss ímillum teir fyrstu ellivu á landsliðnum.

Um Allan Simonsen fer at taka avleiðingarnar av hesum nú beinanvegin, fæst at síggja, tá landsliðið um tvær vikur fer at spæla í Zürich.


Jákup í øðini

Tað man vera rættuliga sjáldan, og ivaleyst munnu tey flestu ongantíð hava upplivað tað, at sera sinniligi Jákup Mikkelsen av álvara hevur sett kniklar í brýr á vøllinum. Men tey, sum fylgdu superliguni í sjónvarpinum sunnukvøldið, sóu Jákup geva so ilt av sær yvirfyri einum av viðspælarunum, sum Jens Martin Knudsen bara onkra heilt einstaka ferðina hevur gjørt!

Jákup tveitti seg og vardi dygst úti við stólpan meistarliga fyri einum OB stútara úr átta metrum, eftir at frísparksinnlegg var komið úr vinstru. Steven Lustü gav ilt av sær, tí Jákup ikki megnaði at halda bóltinum beinanvegin, og tað helt Jákup vera púra burtur við í hesum førinum. Við bóltinum rann hann inn í ryggin á viðspælaranum, sum mundi kenna seg kløkkan og eitt sindur nipnan.


Kiks í verjuni

Longu í 10. minutti kom Herfølge á odda. Jesper Falck var málskjútti, eftir at ein av viðspælarunum við høvdinum hevði snittað langt útspark frá Jákupi Mikkelsen víðari.

Tað var kortini skjótt, at tað sást, at OB var leikliga omaná. Teir høvdu fleiri møguleikar, men tað eydnaðist ikki í 1. hálvleiki at fáa bóltin innum Jákup Mikkelsen.

Seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt, tá OB javnaði. Dómarin metti, at ein av verjuspælarunum taklaði á fótin á einum av mótstøðumonnunum. John Faxe Jensen, sum hesa ferð var vongverji í vinstru, var sera misnøgdur, men har var einki at gera, og miðverjin, Michael Hemmingsen, sendi Jákup annan vegin og bóltin í hina síðuna.

Tólv minuttir seinni var sami spælari aftur upp á spæl, eftir at langt innkast úr vinstru varð tveitt inn móti málteiginum, og bólturin var dottin niður. OB miðverjin er nú millum bestu málskjúttarnar í superliguni, og tað er nakað, sum teir leggja til merkis í Danmark.

Tveir minuttir seinni skoraði Mwape Miti, og so var greitt, at heimaliðið fór at vinna. Steven Lüstü kiksaði, tá hann ætlaði at spæla framvið einum mótstøðumanni, og so var púra útselt í verjupartinum.