Føroyski Johan Ásmundsson vísti íslendsku elituni innan mastersbólkin í svimjing, hvar skápið skal standa, tá hann vann átta heiðursmerki í svimjing á stuttum teinum í sambandi við íslendska meistaraheitið.
Hetta vikuskiftið hevur stór Masterskapping verið í Íslandi, har íslendska meistaraheitið í svimjing í Masters bólkinum skuldi avgerast. Talan var tó um eina opna kapping, og tí hava eisini føroyingar luttikið. Ein av hesum var fyrrverandi føroyski elitusvimjarin Johan Ásmundsson, ið Nudlavirkið er høvuðsstuðul hjá í kappingini hetta vikuskiftið.
Kappingin eydnaðist so sera væl, hann vann ikki færri enn fimm gull heiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki. Nudlavirkið ynskir Johan til lukku við góðu úrslitunum.
50 metur bringusvimjing - Gull
50 metur ryggsvimjing - Gull
100 metur blandað svimjing - Gull
200 metur blandað svimjing - Gull
4x50 metur blandað stafettsvimjing - Gull
50 metur frísvimjing - Bronsu
100 metur frísvimjing - Bronsu
50 metur firvald - Bronsu
Johan byrjaði at svimja aftur síðsta summar. Upprunaliga mátti hann leggja svimjingina á hyllina eftir, at ein afturvendandi skaði forðaði honum í at svimja. Hesaferð hevur hann verið varin í sínari venjing og hevur fokuserað á teir styttru teinarnar, ið ikki leggja ov nógv støðugt trýst á økslina, ið áður gav honum trupulleikar.
Johan hevur fingið sera góð úrslit. Í seinastu masterskapping í Føroyum vann hann allar átta svimjikappingarnar, ið hann luttók í, og aftur nú í Íslandi gjørdist tað til átta heiðursmerki.