Jóhan Troest Davidsen helst longt við HB

Alt bendir á, at landsliðsmiðverjin hevur longt sáttmálan við HB

Nógv hevur verið skrivað um Jóhan Troest Davidsen í seinastuni. Norðlýsið skrivaði, at KÍ hevur víst sáttmálaleysa miðverjanum stóran áhuga. Sum skilst, so hevur talan verið um ein risa stórt tiboð fyri ein føroyskan miðverja. Eisini NSÍ, barndómsfelagið hjá Jóhan, hevur verið inni í myndini.

 

Nú bendir nógv á, at Jóhan Troest Davidsen hevur tikið eina avgerð um framtíðina. Sum skilst, so hevur hann longt sáttmálan við HB í tvey ár. HB hevur ársveitslu í kvøld. In.fo fer at gita, tó uttan at vita fyri vist, at HB í kvøld fer at kunngera á ársveitsuni, at Jóhan Troest Davidsen hevur longt sáttmálan við felagið.

 

Tað tykist tó púra vist, at talan ikki verður um nakran nýggjan spælara, meðan Fróði Benjaminsen framvegis ikki hevur tikið støðu til, um hann heldur fram at spæla.