Jóhan tekur eitt tørn aftrat

Hjá NSÍ kemur tað væl við, at sáttmáli nú er skrivaður við veteran í verjupartinum

Tað hevur verið rættiliga ivasamt, og kanska hevur tað meiri borið á tað borðið, at hann ikki fór at spæla, enn at hann fór at spæla.

 

Talan er um ein av NSÍ veteranunum Jóhan Troest Davidsen, sum í fjør var nógv darvaður av skaða.

 

Jóhan hevur ikki vant nakað serligt í vetur, men nú boðar NSÍ frá, at sáttmáli er undirskrivaður millum 34 ára gamla Jóhan Troest Davidsen og barndómsfelagið.

 

NSÍ skrivar soleiðis:

 

Nú er greitt at Jóhan Troest Davidsen spælir við NSÍ í 2022. Jóhan telist ímillum teir royndastu leikararnar í hópinum, og hevur spælt útvið 350 dystir í bestu deildini. Tí gleðast vit um at Jóhan tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, og kemur Jóhan við sínum royndum heilt víst at verða ein týdningarmikil leikari í 2022 og kemur eisini at verða ein góður stuðulsleikari fyri okkara ungu menn í hópinum. Jóhan fekk ein knæskaða seinasta kappingarár, men hevur vant uppaftur, og er púra klárur til eitt spennandi kappingarár. Sjálvur sigur Jóhan at hann er spentur og gleðir seg at stríðast fyri NSÍ.

 

Vit eru fegin um at Jóhan velur at halda á at stríðast fyri NSÍ, og ynskja honum góða eydnu í komandi kappingarári, skrivar NSÍ.