Johan Dalsgaard av Argjum gjørdist kendur sum Johan í Kollafirði, tá hann skrivaði sang um, at í Kollafirði er ikki so galið.
Síðani er nógv vatn runnið. Johan hevur síðani m.a. búð í Fámará - ein søga, sum tey flestu kenna, og eftir at hetta ikki bar til, so flutti hann til Danmarkar við konuni Rakul á bóndagarð, ið tey hava ognað sær.
Og danir hava fingið eyguni upp fyri parinum á garðinum Stjernekilde, og eru tey væl móttikin, og eru nógv úti og syngja og spæla. Eisini eru mong vitjandi á garðinum, eisini úr Føroyum.
Og Johan stórtrívist. Og maðurin handan sangregluna sum segði, at í Kollafirði er ikki so galið, skrivar nú nyggjan bygdasang - ein danskan bygdasang.
Soleiðis skrivar Johan á facebook: Danmark er et yndigt land!
Lige nu er vi hos min nabo , hvor alt er muligt.. Vi er gået igang med Havndrup sangen.
Myndin omanfyri er í samband við tað, ið Johan skrivar.