Johan skal fáa tey trý sjúkrahúsini at samstarva

Eitt stórt framstig fyri sjúklingar, sigur Karsten Hansen

 

- Endamálið er at tryggja øllum føroyingum eina nútímans viðgerð í á sama stigi sum í grannalondum okkara.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Hann hevur nú tikið stig til eina tvørgangandi skipan ímillum tey trý sjúkrahúsini í sambandi við urologi, sum er eitt stórt økið. Hetta ber í sær, at  tað verður ein ávísur yvirlækni, sum skal ávísa allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum, eisini krabbameini, til viðgerð.

Talan er um eina tvey ára royndarskipan. Og umframt at tryggja eina góða viðgerð, er eitt annað týðandi endamál at gera sum mest læknaligt arbeiði, bæði sjúkugreining, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkanning, í Føroyum, so at tað slepst undan at senda sjúklingar av landinum í so stóran mun sum gjørligt.

 

- At skipanin er tvørgangandi merkir, at tað verður settur ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi, sum hevur til uppgávu at samskipa alt virksemið.

- Yvirlæknin hevur fakliga ábyrgd av sergreinini, han skal gera avtalur við aðrar serlæknar og, í samráð við avvarðandi partar, skal hann staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.

- Somuleiðis ger ábyrgdarhavandi yvirlæknin tilmæli um hvørja viðgerðir kunnu gerast í Føroyum ella uttanlands.

 

- Viðgerðin verður samskipað millum tey trý sjúkrahúsini og ætlanin er, at teir fakligu førleikar sum eru á økinum í dag skulu gagnnýtast, sigur Karsten Hansen.

- Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi.

 

- Eisini er lagt upp til, at allar undankanningar av urologiskum sjúklingum verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum eisini veitir viðgerð fyri nýrastein í sambandi við at sjúkrahúsið hevur tikið ein nýrasteinsknúsara í brúk.

 

- Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður eitt urologiskt ambulatoriið sett á stovn á Landssjúkrahúsinum.

Og tað verður Johan Poulsen, serlækni í urologi, sum verður at samskipa økið og hann verður settur sum skjótast.

Jóhan Poulsen hevur drúgvar royndir á økinum úr Danmark, Onglandi og Føroyum.