Johan setir nýtt met hvørja ferð

GÍ venjarin hevur í morgin fyri 16. ferð ábyrgdina av øðrum liðnum í finaluni, og higartil hevur hann verið við til at vinna ellivu ferðir

Ein av monnunum, sum í morgin fara í Gundadal at telvast um fyrsta atgongumerkið til Europa Cup komandi summar, setir nýtt met, hvørja ferð hann fer á vøllin. Talan er um venjaran hjá GÍ, Johan Nielsen. Hann sigur seg ongantíð hava gingið so nógv upp í tølini. Men tá vit hava í huga, at hann síðani í 1968 og fram til í dag ? okkurt einstakt ár er farið burturímillum ? hevur havt ábyrgdina av onkrum 1. liði, so er skjótt at staðfesta, at dystartalið hjá honum í landskappingini er fleiri ferðir hundrað.

Johan Nielsen hevur eisini verið við í nógvum steypafinalum. Tá vit spyrja hann, hvat finalutalið man vera, og vit í felag fara at rokna, koma vit fram til, at finalan í morgin verður tann sekstanda. Fimtan ferðir hevur hann havt ábyrgdina av HB liðnum, og eina ferð hevur hann havt ábyrgdina av GÍ.

Tríggjar ferðir hava Johan Nielsen og HB staðið og hugt at, meðan hitt finaluliðið hevur fegnast. Í 1974 og í 1977 taptu teir finalurnar ímóti ávikavíst VB og TB, og í 1996 var tað liðið, sum Johan Nielsen hevur vant mest tey seinnu árini, sum vann. GÍ og HB spældu tvær ferðir 120 minuttir, áðrenn Símun Petur Justinussen kundi lyftta steypinum.

Johan hevur verið við til at vunnið ellivu finalur fyri HB. Finalan hjá honum og GÍ var í 1990, tá KÍ hølvaði teir av.


Minnisríkasta árið

Tá Johan fyrstu ferð hevði ábyrgdina av HB liðnum, sum vann steypafinaluna, spældi hann við sjálvur. Tað var í 1968. Men tá vit spyrja hann, um tað er nøkur finala, sum hann serliga minnist til, so er hann skjótur at svara, at endadysturin í 1978 stendur frammarlaga í huganum:

? Tað árið var hugaligt hjá okkum. TB hevði eitt fínt lið tá. Teir vóru meistarar í 1976 og í 1977, og teir høvdu vunnið steypafinaluna í 1977. TB var favorittur bæði at vinna FM og ísafjarðarsúluna í 1978. Tað endaði við, at vit í HB vunnu bæði steypakappingina og meistaraskapin. Avgerandi dystin í landskappingini spældu vit á Sevmýri. Teir høvdu verið meistarar, um teir ikki høvdu tapt. Teir vóru favorittar, men tað eydnaðist okkum at vinna.

Finalan um ísafjarðarsúluna varð spæld á Sandi. Veðrið var gott, og tað var nógv fólk av Tvøroyri og úr Havnini, og har vóru nógvir sandoyingar. Eg minnist finaluna fyri eftir tátíðar viðurskiftum sera gott spæl, og vit vóru so hepnir at vinna, minnist mest royndi føroyski venjarin aftur á.

Eingin kemur upp á síðuna á Johan Nielsen í finalum, steypasigrum, og meistaraskapum, og hann hevur oftari enn nakar vunnið steypakappingina og landskappingina sama ár. Johan hevur saman við HB vunnið báðar kappingarnar í 1973, 1975, 1978, 1981, 1982 og í 1988.

Ioan Geolgau, HB venjarin, hevur nógvar royndir, men sjálvandi hevur hann ikki vunnið føroysku kappingina serliga ofta. Hann kom til Føroya í 1998, og tað árið vann liðið hjá honum bæði FM og steypakappingina.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm