Jóhan S. Jensen umvælir Neshamar

Fyri fleiri árum síðan hendi ein brimskaði á Neshamri, og nú er Jóhan S Jensen í holt við at umvæla skaðan.

 

Í 2021 gjørdi tekniska toymið hjá Nes kommunu fleiri dagføringar og umvælingar á lendingini og uttanumøkinum á Neshamri.

 

Seinastu tvey árini hevur hetta søguríka økið eisini verið brúkt til savnandi tiltøk, eitt nú útigudstænastur og sangløtur í samband við várdagarnar.

 

Fyri fleiri árum síðan hendi ein brimskaði á Neshamri, sum hond mátti takast um, skuldi øll lendingin ikki fara í havið.  

 

Nes kommuna heitti í fjørsummar á Jóhan S Jensen um at átaka sær uppgávuna at umvæla brimskaðan. Arbeiðið kann bert gerast, tá kyrra er.

 

- So, røttu løturnar mugu veljast. Nú er komið væl áleiðis við umvælingini. Um viðrar, kann arbeiðið gerast liðugt í summar, siga tey í Nes kommunu.