Johan á Plógv toppskorari hjá heimsmeistarunum

Við átta málum í fyrra hálvleiki er føroyski Johan á Plógv Hansen toppskorari í dystinum millum Danmark og DR Kongo, sum í løtuni verður spældur í HM endaspælinum í Kairo í Egyptalandi.

 

Nú er hálvleikur, og eftir øllum at døma verður Jóhan á Plógv skiftur út, so Lasse Svan sleppur at royna seg á høgra veingi í seinna hálvleiki.

Trý av málunum hjá Jóhan á Plógv skjeyt hann við brotskøstum, hann hevur tikið tey trý brotskøstini, sum Danmark hevur fingið.

Hálvleiksstøðan var 23-10.

##med2##

##med3##