Oddagreinin í Sosialinum mánadagin, har vit peikaðu á prospektið um einskiljing av Atlantsflog frá 2007, fekk í gjár landsstýrismannin í vinnumálum til telduna. Í tíðindaskrivi frá Johan Dahl verður dentur lagdur á, at sambært prospektinum stendur positivt, at ætlanin um at selja næsta triðingin av felagnum kann verða broytt ella slept.
Prospektið er at rokna sum ein allýsing av einum felag. Her skulu møguligir íleggjarar fáa allar upplýsingar um felagið og ætlanirnar við tí, soleiðis at tey eru væl ílætin og kenna fortreytirnar fyri síni møguligu íløgu í partabrøv í felagnum. Prospektið fyri Atlantsflog er alt á enskum, hetta helst fyri at røkka útlendskum íleggjarum. Afturat tí er ein samandráttur á donskum.
Johan Dahl vísir til virðisbrævanotuna pkt. 1.1.4. har tað stendur soleiðis: “According the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways the continued plan is to sell additional 33% subsequent to the listing to institutional investors. With a parliamentary election coming up this plan can be changed or aborted."
Víst verður til løgtingsvalið, sum skuldi vera í januar mánaða árið eftir, í 2008.
Í tíðindaskrivinum fer landsstýrismaðurin eisini eitt stig víðari, og fer undir at greina orðið ”aborted” nærri. Johan Dahl skrivar:
- Orðið ”aborted” hevur í hesum samanhengi tann týdning, at øll ætlanin um at einskilja næsta triðingin av Atlantsflogi kann vera slept, skrivar landsstýrismaðurin, sum tí kemur til ta niðurstøðu, at onki lyfti er givið um, at næsti triðingurin av felagnum skal seljast.
Brotbitar
Men meðan landsstýrismaðurin ger nógv burtur úr hesi virðisbrævanotu pkt. 1.1.4., so leypir hann lætt upp um aðrar staðfestingar í sama prospekti. Um sjálva orsøkina til einskiljingina sigur prospektið millum annað, at landsstýrið í mars 2006 legði fram lógaruppskot um at einskilja felagið. At landsstýrið fer at selja 33 prosent av sínum partabrøvum. Og so verður eisini greitt frá, at landsstýrið ætlar at selja 33 prosent afturat. Enn er tó ikki ásett, nær næsti triðingurin verður seldur, stendur í prospektinum, sum seinast í hesum brotinum staðfestir, at írestandi 34 prosentini verða almenn ogn fyri fyrst.
Men hetta brotið, um sjálva orsøkina til einskiljingina og hví íleggjarar skulu keypa partabrøv, velir landsstýrismaðurin at síggja burtur frá í sínum tíðindaskrivi.
FAKTA:
Brot úr tíðindaskrivinum hjá Johan Dahl:
Í prospektinum fyri børsskrásetingina av Atlantsflogi stendur positivt, at ætlanin um at selja næsta triðingin av felagnum kann verða broytt ella slept. Her vísi eg til virðisbrævanotuna pkt. 1.1.4. Har stendur m.a.:
“According the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways the continued plan is to sell additional 33% subsequent to the listing to institutional investors. With a parliamentary election coming up this plan can be changed or aborted".
Lat meg greina hetta nærri. Orðið "aborted" hevur í hesum samanheingi tann týdning, at øll ætlanin um at einskilja næsta triðingin av Atlantsflogi kann verða slept.
FAKTA:
Brot úr prospektinum, sum landsstýrismaðurin ikki tekur við:
The Faroese Government announced on 2 March 2006 in connection with the law on the privatisation of Atlantic Airways that the Government will sell 33% of its holdings in Atlantic Airways, corresponding to 341,550 shares. According to the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways, the Government intends to sell additional 33% of the share capital following the listing of the Company. The timing of the second round is not decided yet. The remaining 34% will be maintained as government property until further ado.