Verkfallið av
?Vit vórðu tiknir til gísla og kroystir til at skriva undir.
Johan Páll Joensen er ein av stóru virkiseigarunum í landinum.
Saman við øðrum eigur hann fýra flakavirki runt um í Føroyum, har tilsamans 150 fólk arbeiða.
Og hann er rættiliga í døpurhuga eftir at nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður hóskvøldið so at fýra viku langa verkfallið endaði.
?Arbeiðarafeløgini tóku alivinnuna til gísla í samráðingunum. Har mátti virksemið takast uppaftur nú og tí vóru vit heilt einfalt noyddir at skriva undir sáttmálan, hóast lønarhækkingin er alt ov stór, sigur Johan Páll Joensen.
Men hann er næstan vísur í, at lønarhækkingin fer at fáa álvarsligar avleiðingsar og tí er hann rætt og slætt í døpurhuga, sigur hann.
Hann hevur virki í Klaksvík, á Eiði, í Sørvági og í Hvalba.
? Bæði virkið á Eiði og tað í Hvalba ganga við undirskoti og spurningurin er, hvussu verður vorðið við teimum.
Johan Páll Joensen sigur, at ein avleiðing av lønarhækkingini kann verða, at hesi bæði virkini als ikki lata uppaftur, ella stongja aftur heilt skjótt.
Hann leggur dent á, at hetta er ikki sagt fyri at hevna seg ella fyri at loypa ræðslu á tey, sum arbeiða har.
?Vandin fyri hesum báðum virkjunum er veruligur og heilt álvarsligur, sigur hann.
Hann sigur, at hann ætlar ikki at koma í eina støðu, har virkini ikki klára at svara hvørjum sítt.
? So skal lykilin heldur snarast beinanvegin, sigur hann.
Hann sigur, at virkið í Hvalba og tað á Eiði hava einar 135.000 arbeiðstímar um árið og lønarhækkingin fer sostatt at føra við sær, at lønarútreiðslurnar hjá hvørjum virki økjast meiri enn eina hálva millión um árið. Í Sørvági og í Klaksvík er tað nakað minni.
? Virkið í Hvalba er nýliga latið uppaftur. Vit hava arbeitt teir fyrstu mánaðirnar í ár við undirskoti, men tað høvdu vit vænta.
? Men nú liggur virkið stilt ein heilan mánaða afturat av verkfallið, samstundis sum lønarútreiðslurnar økjast munandi. Og tað skal heldur ikki gloymast, at um ein mánað er summarfrí og tá skal virkið kanska longu stongjast aftur.
Tað sama er so galdandi fyri virkið á Eiði, tí eisini har er undirskot frammanundan.
Hann sigur, at hann fer at brúka komandu dagarnar til at umhugsa støðuna gjølliga.
? Spurningurin er, um vit skulu binda um heilan fingur og lata virkini aftur. Ella um vit skulu lata uppaftur og so hava opið í alt summar, uttan at fara í feriu, ella um vit skulu koyra á sum upprunaliga ætlað. Tað veit eg ikki nú, men tað er greitt, at virkið á Eiði og í Hvalba eru á vippuni, sigur Johan Páll.
Ikki tiknir í álvara
Joahn Páll Joensen sigur, at eitt er at lønarhækkingin hóttir við at taka grundarlagið undan fleiri virkjum.
Eitt annað er tann ruðulleiki, sum verkfallið hevur ført við sær á marknaðunum, sum vit selja fiskin á.
?Vit hava havt sølufólk niðri í Evropu og roynt at fáa keyparar at keypa okkara fisk. Men nú vit skulu levera, fáa vit ikki levera, tí tað hevur verið verkfall.
Kanska koma vit eisini at liggja lamnir í summar vegna summarfrí.
Hann sigur, at í gjár vóru sølufólk hjá teimum eisini úti um seg á marknaðunum í Evropa.
? Men tey greiðu boðini, vit fáa frá keyparunum, eru, at føroyingar kunnu ikki takast í álvara sum seljarar, tí vit fáa ikki levera, tá ið keypararnir vilja hava fiskin, og so loypa teir frá.
Avleiðingin av tí er, at virkini hjá Johan Páll Joensen heilt ítøkiligt hava mist sølusáttmálar, sum teir annars høvdu fingið.
?Og so er tað eisini steinur oman á byrðu, at føroysk skip hava avreitt uttanlands í ein heilan mánað fyri spottprís í mongum førum. Allan hendan fiskin frá teimum føroysku skipunum, fara tey útlendsku virkini nú at brúka í kappingini ímóti tí føroyska fiskinum, sum vit skulu royna at selja nú verkfallið er av. Hetta ger tað serliga trupult at koma inn aftur á marknaðinum, ikki minst tá ið hugsað verður um, hvussu bíliga tey útlendsku virkini fingu fiskin.
? Johan Páll Joensen sigur, at hetta verður ein trupulleiki, sum føroyskir útflytarar koma at dragast við leingi afturat og alt hetta verður sjálvandi tikið við í metingunum, tá ið framtíðin hjá virkjunum í Hvalba og á Eiði skal avgerast.
Ber ikki til
Hann sigur, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum mugu nú seta seg saman at finna mannagongdir, so at hetta ikki kemur fyri aftur.
? Føroyska samfelagið er ógvuliga bundið at útlendskum marknaðum og av at kunna levera fisk frá viku til viku, og tað kann heilt einfalt ikki virka, skal tað verða lagt lamið í vikur at kalla hvørt einasta ár og tí er neyðugt at broyta mannagongdirnar so at tað ikki kemur fyri aftur.
Hvussu tað kann gerast, veit hann ikki, men hann tvíheldur um, at hetta má raðfestast ógvuliga høgt í komandi tíðum.
? Tað hevði tænt áhugamálunum hjá okkum øllum. Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar eru øll í sama báti, so tað sum ávirkar annan partin, ávirkar eisini hin partin. Og tað er heilt hopleyst, at tað skal bera til hjá arbeiðarafeløgum ella arbeiðsgevarum at leggja landið lamið í ein heilan mánað. Tað er ikki tí at eg ikki vil, at arbeiðsfólk skulu hava sína løn, men arbeiðsmarknaðurin má skipast betri, sigur Johan Páll Joensen.