Tann 12. september skulu Føroyar spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Litava.
Jógvan Martin Olsen setti í dag nøvn á teir 18, sum hann hevur kosið sær til hópin, og hesa ferð vóru onkrar nýggjheitir at frætta.
Rene Tórgarð varð í fjør kosin ársins málverji í Formula-deildini, og hesa ferð hevur hann vunnið seg fram um Meinhardt Jacobsen í dystinum um plássið sum eykamaður fyri Jákup Mikkelsen.
Og í verjuni er Johan Troest Davidsen tikin út. Har hevur Óli Johannesen leikbann, meðan Mortan úr Hørg og Rasmus Nolsøe hava mist sítt pláss, meðan Marni Djurhuus hevur givið avboð av persónligum ávum.
Hópurin til dystin telur eisini meira ella minni nýggj nøvn so sum Herbert í Lon Jacobsen og Hans Paula Samuelsen, og sær hann soleiðis út:
Málverjar
Jákup Mikkelsen, B36
Rene Tórgarð, EB/S
Verjuspælarar
Atli Danielsen, Frem
Herbert í Lon Jacobsen, B36
Johan Troest Davidsen, NSÍ
Jón Rói Jacobsen, AaB
Fróði Benjaminsen, B36
Miðvallarar
Súni Olsen, AaB
Mikkjal Thomassen, B36
Hans Pauli Samuelsen, EB/S
Jákup á Borg, HB
Símun Samuelsen, Keflavík
Pauli G. Hansen, Skála
Hjalgrím Elttør, NSÍ
Áleyparar
Christian Høgni Jacobsen, NSÍ
Andrew av Fløtum, HB
Rógvi Jacobsen, HB
Christian Lamhauge Holst, Lyngby