Superliga
Johan B. Hansen var í hópinum hjá OB, tá teir í Odense høvdu vitjan av AaB. Men føroyski landsliðsmaðurin kom ikki á vøllin. Óli Johannesen var ikki í hópinum hjá AGF, sum frammanfyri seks túsund áskoðarum spældi ímóti grannunum úr Silkeborg. Nú er síðsti møguleikin hjá Óla Johannesen at spæla við AGF farin. Superligan fór sunnudagin í vetrarfrí, og tá fótbólturin aftur fer á rull í Danmark, fer Óli Johannesen at spæla við Hvidovre í næstbestu deildini.
Ein dystur varð ikki spældur fyrrenn í gjárkvøldið. Tá høvdu Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge vitjan av oddaliðnum í superliguni, Brøndby. Um Herfølge vann ímóti Brøndby, so fóru teir upp um niðurflytingarstrikuna, og so datt AB niður um strikuna.
AB, sum í summar varð mett at hava besta miðvøllin í superliguni, tapti sunnudagin 2?1 í Lyngby. Dysturin stóð í skugganum av FCK og Parkini. Bara 2.327 áskoðarar møttu í Lyngby. Úrslitið hevur við sær, at Lyngby heldur jólafrí á fjórða plássinum.
OB lá undir
OB tapti 3?2 á heimavølli ímóti AaB. Merkisvert fyri OB var tað, at Per Pedersen, sum er giftur við fyrrverandi danska landsliðsspælaranum í hondbólti, Anju Byrial Hansen (hon er systir Johan B. Hansen) skoraði. Per Pedersen hevur verið illa plágaður av skaðum. Hann varð skiftur inn í 2. hálvleiki, og fýra minuttir undan leikloki sendi hann hornaspark beinleiðis í málið.
Lagið var gott í Odense. Teir høvdu verið aftanfyri 2?0, og nú sá út til, at teir skuldu fáa eitt stig burturúr. Men soleiðis sá tað bara út í eina lítla løtu. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Søren Frederiksen sigursmálið fyri AaB. Søren Frederiksen hevði frammanundan lagt AaB framum 2?0. Dysturin var merkisverdur fyri AaB og Søren Frederiksen. Á nýggjárinum flytir álopsmaðurin, sum higartil í hesum kappingarárinum hevur skorað tíggju mál, til Viborg, har hann er uppvaksin.
Sólarglottarnir
Viborg var í Ikast og spældi ímóti FC Midtjyllandi. Í Danmark eru fjølmiðlarnir á einum máli um, at tað júst eru hesi bæði liðini, sum hava staðið fyri tí mest positiva higartil í hesum kappingarárinum.
Undirhaldsvirðið var sera høgt í Ikast. Viborg var á odda 1?0 og 2?0, áðrenn heimaliðið svaraði aftur og legði seg framum 3?2. Í 2. hálvleiki svaraði Viborg aftur. Teir javnaði til 3?3, og síðstu løtuna skoraðu teir tvey mál afturat. Tað verður mett at vera ikki lítið sannlíkt, at tað kann eydnast hjá Viborg at vinna fyrsta DM heitið nakrantíð. Viborg heldur jólafrí á triðja plássi. FCM hevur verið á øðrum plássi, men tapið hesa ferð hevði við sær, at teir halda frí á sætta plássinum. FCK er á fimta plássi.